Tak niður zip fílin sum inniheldur ein .dll fíl. Hann skal leggjast inn í "bin" mappuna hjá tínari vevtænastu (riggar bara til .NET vevtænastur)
DLL fílin er ein soap extension sum leggur kravdar V6 headers inn í svarið, um teir ikki eru har. Eftir at DLL er lagdur í bin mappuna, skal eitt SOAP Extension skrásetast í web.config, tað skal liggja undir system.web -> webServices->soapExtensionTypes
<system.web>
<webServices>
<soapExtensionTypes>
<add type="AddV6Headers.InterceptResponse,AddV6Headers" priority="1" />
</soapExtensionTypes>
</webServices>
</system.web>
Kodan í DLL fílinum implementerar System.Web.Services.Protocols.SoapExtension. Tú kanst download koduna sum eitt Visual Studio projekt, við at trýsta á knappin.